2135.11 - Samfelagsvísind sum tvørvísind


Skeiðsnummar
2135.11
Heiti
Samfelagsvísind sum tvørvísind
ECTS
10
Endamál
At geva teimum lesandi eina vísindateoretiska fatan av hvat tað merkir at arbeiða samfelagsvísindaligt, herundir serliga týdningin av og hvat tvørvísindaligt arbeiði er.
Innihald
Skeiðið viðger samfelagsfrøðiliga søgu og vísindateori. Fokus kemur tí at liggja á kjarnuspurningum innan samfelagsfrøðina, herundir tær serligu avbjóðingar sum liggja í at arbeiða tvørvísindaligt. Skeiðið kann býtast upp í 3 evnisøki: a) søgulig innføring í menningina av samfelagsfrøði, b) vísindateoretiskir spurningar, og b) projektgrundað tvørvísindalig samfelagsfrøði. Skeiðið fer fram í fyrilestrum, men eisini verður dentur lagdur á, at tey lesandi sjálvi arbeiða fram eitt tvørvísindaligt projekt ella projektætlan við støði í skeiðstemanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og skrivlig bólkauppgáva. Fyrilestrar eru 10 ferðir á 1,5 dupultíma, íalt 30 tímar. Harafturat kemur arbeiði við bólkauppgávu, áleið 10-15 normalsíður.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig og fer fram í bólkum við støði í bólkauppgávuni. Dømingin er individuel. Alt pensum telur við í próvdømingini. Innanhýsis próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum: 1) Immanuel Wallerstein m.fl. Luk Samfundsvidenskaberne op! Frederiksberg: Roskilde Universitetsforlag. Ella enska útgávan: Open up the Social Sciences. 2) Ymiskar smærri greinar ella artiklar.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard