2137.12 - Problemorienterað projektarbeiði


Skeiðsnummar
2137.12
Heiti
Problemorienterað projektarbeiði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving
Endamál
At læra tey lesandi um, hvat eitt tvørvísindalig projekt er, og geva teimum ein fyrsta grundleggjandi førleika at arbeiða við problemorienteraðum og tvørvísindaligum projektum, og soleiðis fremja sjálvstøðuga samfelagsvísindaliga innlæring. At læra tey lesandi um, hvat eitt tvørvísindalig projekt er, og geva teimum ein fyrsta grundleggjandi førleika at arbeiða við problemorienteraðum og tvørvísindaligum projektum, og soleiðis fremja sjálvstøðuga samfelagsvísindaliga innlæring.
Læru- og undirvísingarhættir
Hildnir verða 10 dupulttímar, har projektarbeiðið verður sett í gongd. Einstøku bólkarnir fáa síðani vegleiðing eftir tørvi til at gjøgnumføra sítt arbeiði.
Læruúrtøka
Problemorienterað projektarbeiði. Við skeiðsenda, duga tey lesandi: A) At greiða frá, hvat eitt problemorientera projekt er, tvs. a. kenna hugtøkini problemfelt, problemformulering og problemstilling og teirra funksjón í einum projekti. b. At greiða frá hvør element eitt projekt vanliga inniheldur, eitt nú problem, teori, metodu, empiri, vm. c. At greiða frá prinsippum um, hvussu samfelagsvísindalig innlæring fer fram gjøgnum problemorienteraði projekt. d. At greiða frá teimum teknisku krøvunum til eitt projekt, eitt nú krøvum viðvíkjandi skrivihátti, uppseting, keldur og keldubrúk, litteraturlista, fótnotur, v.m. B) At skriva eitt minni projekt – sum bólkur ella sum einstaklingur – ið inniheldur tey grundleggjandi krøvini nevnd eri undir pkt. A.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig og fer fram í bólkum við støði í projektinum. Dømingin er individuel. Innanseturspróvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Ca. 600 síður, umframt egið tilfar.
Ábyrgd
Sonja Jacoba Jógvansdóttir