2139.14 - Samfelagsteori


Skeiðsnummar
2139.14
Heiti
Samfelagsteori
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í klassiska og modernaða teori um samfelagið. Talan er um at viðgera, hvussu týdningarmikil samfelagslig tema verða lýst samfelagsteoretiskt og í einum teorisøguligum ljósi.
Innihald
Evnið verður lýst við bæði yvirlitslitteraturi og við brúki av úrvaldum originaltekstum – bæði klassiskar og modernaðar. Evnið verður býtt upp í tema, sum verða lýst teoretiskt og teorisøguliga.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 10 x 3 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal: - skilja og duga at formidla ymisk sløg av samfelagsteoretiskum hugsanarháttum og hvussu hesir eru broyttir sum umstøðurnar eru broyttar - vera før fyri at lesa og viðgera úrvaldar teoretiskar tekstir - megna at seta samfelagslig hugtøk inn í ein breiðari teoretiskan samanhang
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, har eitt útvalt evni verður lýst og greinað. Munnlig próvtøka við støði í uppgávuni og pensum sum heild. Uppgávan skal vera í mesta lagi 4000 orð - litteraturlisti og fótnotur ikki íroknað.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield