2360.13 - Mentanarfrøði


Skeiðsnummar
2360.13
Heiti
Mentanarfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgvbing ella samsvarandi førleika. Kravskeið á bachelor í søgu. Valskeið á bachelor í samfelagsvísindum og í stjórnmálafrøði. Stakskeið (gjaldskeið) 7 talsstigin fyri 1. árs lesandi, 13-stigin fyri onnur
Endamál
Við støði í antropologiskari og etnologiskari grundbók skal hin lesandi læra grundleggjandi mentanarvísindaliga ástøði og fáa fatan av, hvussu mentanarvísindafólk arbeiða í royndum, metodiskt og ástøðiliga. Farið verður í dýpdina í úrvaldum evnum bæði í heimligum og alheimligum høpi, so lesandi sjálvi læra at ogna sær innlit og fatan.
Innihald
Støði í antropologiskari og etnologiskari grundbók skal hin lesandi læra grundleggjandi mentanarvísindaliga ástøði og fáa fatan av, hvussu mentanarvísindafólk arbeiða í royndum, metodiskt og ástøðiliga. Farið verður í dýpdina í úrvaldum evnum bæði í heimligum og alheimligum høpi, so lesandi sjálvi læra at ogna sær innlit og fatan
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, samrøður, framløgur við venjingum og vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving. Tilsaman verður rokna við 30 undirvísingartímum, av hesum eru 10 venjingar og framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • læra mentanarvísindalig grundhugtøk • duga mentanarfrøðiligt arbeiðslag • vera før fyri at fara í dýpdina við mentunarfrøðiligari viðgerð • gerast tilvitað um breiddina í mentunarfrøðiligum háttalagi
Próvtøkuháttur
Óbundin 14 daga skrivlig heimauppgáva í evni, sum lærarin góðkennir. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalastiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Millum 1000-1500 blaðsíður, sum lærarin ásetir. Loyvt er studentinum í samráð við lærara í minni mát at skifta um við annað pensum.
Ábyrgd
Jóan Pauli Joensen