2360.14 - Mentanarfrøði


Skeiðsnummar
2360.14
Heiti
Mentanarfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
Við støði í antropologiskari og etnologiskari grundbók skal hin lesandi læra grundleggjandi mentanarvísindaliga ástøði og fáa fatan av, hvussu mentanarvísindafólk arbeiða í royndum, metodiskt og ástøðiliga. Farið verður í dýpdina í úrvaldum evnum bæði í heimligum og alheimligum høpi, so lesandi sjálvi læra at ogna sær innlit og fatan. Skeiðið vendur sær eisini til stakgreinalesandi við áhuga fyri mentanarfrøði.
Innihald
Tey lesandi fáa á skeiðnum kunnleika til grundleggjandi antropologisk og etnologisk grundhugtøk og kanningarhættir. Ymisk høvuðsverk og rák verða gjøgnumgingin, og eisini verða aktuel evni úr gerandisdegnum tikin upp til viðgerðar úr antropologiskum/etnologiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, samrøður, framløgur við venjingum og vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving. Tilsaman verður rokna við 30 undirvísingartímum, av hesum eru 10 venjingar og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi prógva, at tey: • kenna mentanarvísindalig grundhugtøk • duga mentanarfrøðiligt arbeiðslag • eru før fyri at fara í dýpdina við mentunarfrøðiligari viðgerð • eru tilvitað um breiddina í mentunarfrøðiligum háttalagi
Próvtøkuháttur
Bundin 4 tíma skrivlig próvtøka uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Millum 1000-1500 blaðsíður, sum lærarin ásetir. Loyvt er studentinum í samráð við undirvísaran í minni mát at skifta um við annað pensum.
Ábyrgd
Jóan Pauli Joensen