2622.12 - Búskapur og samfelag


Skeiðsnummar
2622.12
Heiti
Búskapur og samfelag
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika, og roknað verður við at tey duga at brúka høvuðs-facilitetirnar í EXCEL.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at veita søgu-, stjórnmála-, og samfelagsfrøðis-lesandi innlit í • Grundleggjandi partar av lærugreinini búskaparfrøði, herundir týðandi hugtøk og myndlar, umframt búskaparsøgu og teorisøgu (tó uttan at talan er um vanligt grundskeið í búskaparfrøði) • tann leiklut sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki, og tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava og hava havt í samfelagsligu umbroytingunum
Innihald
Umframt innleiðslu í nøkur av teimum grundleggjandi hugtøkunum og myndlunum innan búskaparfrøðina verður eisini venjing nýta búskaparhagtølini á dátugrunni Hagstovunnar. Annars eru týðandi tema sambandið millum tøkniligar-økonomiskar innovatiónir og socio-økonomiskar umbroytingar (sambandið millum produktivitet, vøkstur og transformatión), marknaðarstýring mótvegis inntrivsstýring, og sambandið millum nútíðina og tann søguliga sjónarvinkulin.
Læru- og undirvísingarhættir
Sambært ECTS-krøvini krevjast, við 30 frálærutímum tøkum, 8 tíma heimaarbeiði til hvønn frálærutíma. Mælt verður til bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking. Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, at svara spurningum, og dialogar, studentaframløgur, herundir regluligar vegleiðandi royndir við 15-20 minutta munnligum studentaframløgum við neyvari tilskilaðum læruúrtøku-stevnum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 20 minuttir. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið internet og fartelefon. Próvdøming verður uttanseturs.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Dentur verður lagdur á læruúrtøkistevnur framum síðutal, ið verður umleið 1000. Hesar læruúrtøkustevnur verða neyvari tilskilaðar. Ein partur av pensum er roknaður til nærlestur, og ein annar partur til selektivan snarlestur við denti á at eyðmerka virðurskifti og forkláringar í sambandi við m.a. produktivitet, transformatión, vøkstur, arbeiðsvirkni, og inntrivs- ella marknaðarstýring. Íroknað pensum er venjing í at nýta búskaparhagtølini á heimasíðu hagstovunnar, ið tann lesandi skal kunna forklára og seta á talvur.
Ábyrgd
Ólavur Christiansen