2671.16 - Praksisskeið í projektleiðslu


Skeiðsnummar
2671.16
Heiti
Praksisskeið í projektleiðslu
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika Kravskeið á Sosialvísind og samfelagsplanlegging. Stakskeið (gjald).
Endamál
Ein alsamt størri partur av virkseminum í samfelagnum verður í dag skipaður í verkætlanir. Verkætlanir ganga ofta uppá tvørs av vanligu organisatorisku og fakligu mørkunum, og hava sínar serligu fyrimunir og vansar. Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum eina grundleggjandi vitan um projektorganisatión og projektleiðslu, og at geva teimum høvi at royna hesa vitan í samband við eitt sjálvstøðugt projekt.
Innihald
Undirvíst verður í grundleggjandi ástøði um verkætlan sum organisatións- og leiðsluhátt, og hvussu hesin háttur at skipa seg inngongur sum ein partur av øðrum organisatiónshættum í samfelagnum. Dentur verður lagdur á at fremja fatanina av, at verkætlanir einans kunnu útinnast og gerast veruleiki, um fyrilit verður tikið til tað umhvørvið og teir áhugapartar (kontekst), verkætlanin ávirkar og verður ávirkað av. Undirvísingin er skipað eftir teimum teinum (fasur), sum allar verkætlanir fara í gjøgnum (hugskot, stigtakan, fyrireiking, byrjan, fremjing og endi). Til hvønn tein verður undirvíst í endamáli, avgerðargrundarlagi, analysuamboðum og skjalfestingarháttum. Dentur verður lagdur á stigtøku- og fyrireikingarteinin, har studentarnir gera eitt projektgrundarlag, sum verður lagt fram á einum ‘kick off’ seminari (byrjunarteinurin), tillagað og avleverað sum ein synops. Í samband við fremjingarteinin verður undirvíst í projektstýring (fundir og raportering), og í samband við endateinin verður undirvíst í eftirmeting av projektinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður, venjingar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi • Hava tilognað sær grundleggjandi vitan um projektarbeiði sum organisatións- og leiðsluform. • Duga at greiða frá teinunum (fasurnar) øll projekt fara ígjøgnum, og hvat hesir teinar fevna um. • Duga at gera eitt projektgrundarlag. • Duga sjálvstøðugt at reflektera yvir og eftirmeta prosessina í einum projektarbeiði.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligum projektgrundarlagi (verkætlanarlýsing). Projektgrundarlagið skal verða umleið 3-5 síður til longdar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Millum 200-300 síður
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen