2816.12 - Grundskeið í lóg


Skeiðsnummar
2816.12
Heiti
Grundskeið í lóg
ECTS
10
Endamál
Tey lesandi skulu um dømi úr tinglógum, kunngerðum, dómum og øðrum lógkeldum fáa fatan av háttalagnum hjá lógkønum (juristum). Í venjingum skulu tey lesandi læra at finna og tulka lóg og fáa fatan av ávísum týðandi tættum í lóg.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum læra tey lesandi, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisitingarlóg og altjóðalóg, umframt einstøk onnur evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 36 tímar. Lógkønir lærarar undirvísa. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein 4-tíma skrivlig roynd við skeiðslok. Hjálparamboð eru loyvd. Tey lesandi skulu skriva tvær uppgávur, sum tey fáa høvi at leggja fram. Tann betra teirra telur 1/3 av próvtalinum og próvtøkuuppgávan 2/3. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum: Bárður Larsen og Kári á Rógvi: Fyrisitingarlóg (fyribilsútgáva) og tilfarssavn. Tilsamans umleið 350 síður.
Ábyrgd
Kári á Rógvi