2816.13b - Grundskeið í lóg


Skeiðsnummar
2816.13b
Heiti
Grundskeið í lóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi. Gjaldsskeið fyri uttanseturslesandi. Skeiðið er fyri fólk, ið ikki eru lógkøn. Serliga væl hóskandi sum eftirútbúgving og sum fortreyt fyri fólki við øðrum akademiskum útbúgvingum at taka masterfak í lóg.
Endamál
Tey lesandi skulu um dømi úr tinglógum, kunngerðum, dómum og øðrum lógkeldum fáa fatan av háttalagnum hjá lógkønum (juristum). Í venjingum skulu tey lesandi læra at finna og tulka lóg og fáa fatan av ávísum týðandi tættum í lóg.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum fáa tey lesandi innlit í, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisitingarlóg, innlitslóg umframt einstøk onnur evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 36 tímar. Lógkønir lærarar undirvísa. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar , uppgávur og kjak. Venjingar eru serliga í at finna lóg, umframt skriviøvilsir. Heimauppgávur eru í ávikavist almenna og serliga partinum, nógv verður gjørt burturúr lógkønum skriviførleika og at ganga ígjøgnum uppgávurnar.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu sýna innlit í: • hvussu lóg verður skipað (hægri og lægri, tinglóg og kunngerð, innlendis og altjóða); • hvussu tey best finna lóg í einfaldari leiting á mest kendu leitimiðum; • hvussu vanligt háttalag er at tulka lóg (tulka, fylla út, meta); • hvussu einfalt ber til at meta saman lóg (serliga Føroyar og Danmark, Føroyar og EMRS; • hvussu vit smíða lóg (ans fyri álegging, heimild, reglu/standardi, formligum/innihaldsligum); • hvussu stjórnarlóg er skipað (keldurnar SL, GL, HL, EMRS, evnini stýri, rættindi, samveldi); • hvussu fyrisitingarlóg er skipað (serliga gegni, hoyring, grundgeving); • hvussu innlitslóg er skipað (serliga mál, skjøl upplýsing og krav, undantak, og kortini); • hvussu lógkøn skrivað stutt og miðvíst; • hvussu lógkøn vísa á og sipa til viðkomandi keldur; • hvussu lógkøn greina lóg og lýsa umstøður; • hvussu lógkøn velja út mest viðkomandi tilfar; • hvussu lógkøn gera greiðar niðurstøður ella taka væl samanum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka við innanhýsis próvdøming. Skeiðstilfar er tøkt á teldu og atgongd er til net, men ikki samskifti við onnur. Betra heimauppgávan telur 1/3, próvtøkan 2/3. Til próvtøkuna skulu veljast tvær uppgávur (1/3 vekt hvør), ein úr almenna og ein úr serliga partinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen and Kári á Rógvi: Fyrisitingarlóg (text book) and course materials; in all some 350 pages.
Ábyrgd
Kári á Rógvi