2822.15 - Altjóða politikkur


Skeiðsnummar
2822.15
Heiti
Altjóða politikkur
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini ella hava samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í grundleggjandi hugtøk og ástøði um altjóða politikk og við støði í hesum at menna førleikan hjá tí lesandi til sjálvstøðugt at viðgera aktuel altjóða politisk evni.
Innihald
Eitt, sum eyðkennir altjóða politikk, er, at tað ikki finst nakar givin evsti myndugleiki, sum kann seta spælireglurnar fyri viðurskiftini millum alheimsins lond. Hetta ger, at altjóða politikkur grundleggjandi brýtur frá innanhýsis tjóðarligum (nationalstatsligum) politikki. Um tað ikki finst nakar evsti myndugleiki, hvussu verða millumlanda viðurskifti so skipað? Evnið verður lýst við bæði yvirlitsbókmentum og við úrvaldum upprunatekstum – bæði klassisk og modernað ástøði verða viðgjørd (t.d. realisma, institutionalisma og konstruktivisma). Evni, sum verða viðgjørd, eru millum annað: a) Anarki og altjóða politikkur b) Makt og altjóða politikkur c) Trygdarpolitikkur d) Føroyar og Arktis.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið (30 tímar tilsamans) er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, gestalærarum umframt virknari luttøku frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • duga tey grundleggjandi hugtøkini í altjóða politikki • duga at seta aktuell altjóða politisk evni inn í ein breiðari ástøðiligan samanhang • duga at viðgera aktuell altjóða politisk viðurskifti við støði í teimum ástøðum og hugtøkum, sum tey hava lært.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í einari skrivligari uppgávu (max. 6000 orð) um eitt sjálvvalt evni. Evnið verður valt í samráð við undirvísaran.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen