2137.13 - Problemorienterað projektarbeiði
Skeiðsnummar
2137.13
Heiti
Problemorienterað projektarbeiði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúli ella samsvarandi kvalifikasjónir.
7 talsstigin fyri 1. árs lesandi, 13-stigin fyri onnur.
Endamál
At geva teimum lesandi ein grundleggjandi førleika at arbeiða við
problemorienteraðum og tvørvísindaligum projektum, og soleiðis fremja sjálvstøðuga samfelagsvísindaliga innlæring.
Innihald
Vitan um vitanarframleiðslu, um problemorientering, um problemorienterað projektarbeiði, um projektskriving og um formligu krøvini til projekt.
Læru- og undirvísingarhættir
Hetta verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt. Í projektinum finna tey lesandi sjálvstøðugt viðkomandi litteratur, sum harvið eisini inngongur í pensum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi evna at:
Greiða frá, hvat problemorientering, problemformulering og projektarbeiði er.
Greiða frá nøkrum grundviðurskiftum um, hvat vísindi er og hvussu man framleiðir vísindi.
Greiða frá, hvat eitt projekt er, og hvørji element eitt projekt vanliga inniheldur.
Skriva eitt problemlíknandi projekt, tvs eitt projekt sum inniheldur problemfelt, problemformulering, datainnsavnan, tekstviðgerð, niðurstøðu(r), og er tekniskt rætt sett upp.
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Sonja Jacoba Jógvansdóttir