2668.15 - Bachelorritgerð í politikki og umsiting
Skeiðsnummar
2668.15
Heiti
Bachelorritgerð í politikki og umsiting
ECTS
20
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til BA.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmanar av øðrum ella báðum fakøkjunum: politikkur og umsiting. Evnið skal góðkennast av vegleiðara/lestrarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi:
Greitt og sannførandi at argumentera fyri problemfelti, problemformulering og problemstilling.
Argumentasjón fyri sínum vali av teori og metodu í projektinum, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og gjøgnumførslu av uppgávuni.
Brúk av útvaldum hugtøkum, teori og metodu til at arbeiða fram eitt egið projekt, tvs vísa eginleikar at taka kvalifiseraði og kritisk val av teori og metodu, hetta í mun til problemformulering og problemstilling.
Dokumentasjón fyri at savna inn og kritiskt arbeiða við einum fyri problemstillingina relevantum faklitteraturi.
Eginleikar at strukturera egið arbeiði og úrslit í eini samanhangandi og systematiskari projektrapport, og á hesum grundarlagi taka fram viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bacheloruppgávuni.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen