2069.18 - Historiografi


Skeiðsnummar
2069.18
Heiti
Historiografi
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. Valfak í søgu. Valfak í Politikki og umsiting. Valfak í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Skeið í hjánám í søgu. Stakskeið (gjald).
Endamál
At geva teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguna hjá søguskrivingini og søgufakinum. Greitt verður frá týdningarmiklum skúlum og granskingarsiðvenjum í søguvísindum, við tí endamáli at geva teimum lesandi yvirlit yvir historiografisku menningina.
Innihald
Við at gjøgnumganga søguna um, hvussu søga hevur verið granskað og skrivað frá elstu tíðum til í dag, fáa tey lesandi innlit í ymiskar mátar at skilja og arbeiða við søgu. Støði verður tikið í einari historiografiskari grundbók við globalum sjónarhorni, men dentur verður eisini lagdur at viðgera ymiskar søguvísindaligar arbeiðshættir og fatanir við grundarlagi í dømum. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til søguliga gransking í Norðurlondum og Evropa, men hugt verður eisini at søguvísindaligari siðvenju longri úti í heimi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi: • hava ment sínar førleikar at meta um søguliga gransking og søguskriving. • duga at greiða frá menningini av søguligari gransking kring heimin, serliga síðani áleið 1800. • fingið innlit í orðaskifti um ymisk søguástøði og ymiska søguskriving og søgumiðling. • fingið innlit í háttaløg, ástøði og hugtøk, sum verða nýtt í søgugransking í dag. • fingið kenslu av historigrafiskari siðvenju uttanfyri vesturheimin. • havt møguleikan at hugsa sjálvstøðugt um leiklutin hjá søguni í samfelagnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking (30 min). Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava hildið eina framløgu fyri flokkinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1.000 síður.
Ábyrgd
Erling Isholm