2270.20 - Fjølbroyttu Føroyar


Skeiðsnummar
2270.20
Heiti
Fjølbroyttu Føroyar
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv ella liknandi førleikar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á tilflyting í Føroyum, og at geva tí lesandi vitan og førleikar at greina aktuellar spurningar um altjóða flytføri, tilflyting og mentanarligt fjølbroytni.
Innihald
Í hesum skeiði seta vit fokus á tilflyting, sum eitt samfelagsligt fyribrigdi í Føroyum, og seta hetta í ein altjóða samanhang. Vit læra um hugtøk og ástøði til at viðgera migration og mentanarligt fjølbroytni, sum søgu- og samfelagslig fyribrigdi. Tað verður lagdur dentur á eina tvørfakliga tilgond, og evni sum verða viðgjørd eru m.a.: altjóðagerð og altjóða flytføri, immigratión, inklusión, marginalisering, demokrati, borgaraskapur, integrationsmyndlar (assimilation, ‘meltingpot’, mosaik), arbeiðsmarknaður, kyn, mentanarligt margfeldni, og kosmopolitisma.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, bólkaarbeiðið.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi megna at: • lýsa tilflyting og nýggjar fólkasamansetingar í Føroyum í eldri og nýggjari tíð. • greiða frá hugtøkum og ástøði um immigratión, mentanarmunir og samfelag. • brúka viðkomandi hugtøk og ástøði til at greina aktuellar spurningar um immigratión, inklusión og marginalisering í nýtíðarsamfelagnum. After completed course the student shall be able to: • describe immigration and new demographic structures in the Faroe Islands in older and contemporary times • elucidate concepts and theories about immigration, cultural differences and society, which they have learned about during the course. • use relevant concepts and theories to analyse contemporary themes about immigration, inclusion and marginalisation in contemporary society.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í einari skrivligari uppgávu (essay) um eitt sjálvvalt evni (millum 1.500-2.000 orð). Evni skal góðkennast av undirvísaranum. Uppgávan verður skrivað einsæris. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur fingið góðkennt tvær heimauppgávur, sum verða gjørdar leypandi á skeiðnum. Uppgávurnar verða mettar av undirvísaranum.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1.000 síður. Lestrarlistin verður tøkur á Moodle
Ábyrgd
Súsanna Olsen