2271.20 - Praksis skeið – Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)


Skeiðsnummar
2271.20
Heiti
Praksis skeið – Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)
ECTS
7,5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi førleikar.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina innleiðslu í geografiskar informatiónsskipanir (GIS) og leiklutin og nýtsluna av GIS í samfelagsvísindum. Tey lesandi gera grundleggjandi venjingar í ArcGIS eins og grundleggjandi ástøðilig hugtøk verða viðgjørd.
Innihald
• Hvat er GIScience (GIS, PGIS og PPGIS)? • Kort, vald og heimsfatanir • Tøkni, data og fólkaræði • Kartografi, kort projektiónir og koordinatskipanir • Data model í GIS (vektor, raster) • Sløg av geografiskum data (punkt, linjur, polygon) • Grundleggjandi greiningar i GIS • At broyta, vísa og skapa geografisk data í GIS • What is GIScience (GIS, PGIS and PPGIS)? • Maps, power and worldviews • Technology, data and democracy • Cartography, map projections and coordinate systems • Data models (vector, raster) • Types of geographic data in GIS (point, line, polygon) • Basic operations in GIS • Editing, displaying and creating geographic data in GIS
Læru- og undirvísingarhættir
Partur av undirvísingini eru fyrilestrar og annar partur eru venjingar í ArcGIS.
Læruúrtøka
Læruúrtøkur ið skulu vera uppfyltar við skeiðslok eru: • Greiða frá týðandi og grundleggjandi hugtøkum í GIS • Greiða frá møguleikum og avmarkingum við GIS • Grundleggjandi vitan um kort projeksjónir og koordinatskipanir • Vísa, greina og broyta geografisk og attribut data í ArcGIS • Meta um samfelagsliga leiklutin og týdningin av GIS • Meta um leiklutin og týdningin av GIS innan samfelagsvísindi
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skulu lesandi gera praktiskar venjingar og lata eina kortuppgávu og eina teoretiska uppgávu inn til metingar. Teoretiska uppgávan skal vera millum 2500-3000 orð.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður tøkur á deildini/moodle
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir