2297.20 - Strategi


Skeiðsnummar
2297.20
Heiti
Strategi
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava gjøgnumført fyrsta árið á útbúgvingini BA í búskaparfrøði ella samfelagsfrøðiligari útbúgving. Fyrimunur er at hava kunnleika til virkisbúskaparligu grundarsteinarnar, sum hava verið gjøgnumgingnir t.d. í skeiðinum ‘Aðaltættir í Mikro’.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at læra tann lesandi at skilja tey strategisku atlitini og møguleikarnar hjá einari fyritøku, og at skilja hesi í tí ítøkiliga umhvørvinum, sum fyritøkan virkar í.
Innihald
Strategi er ein lærugrein, sum er í støðugari menning, og nýggjar teoriir koma javnan fram. Umframt lærubókina, har tær mest brúktu teoriirnar og metodurnar verða lýstar, verður undirvísingin tí skipað við styttri greinum, framløgum og veruligum cases og venjingum, har tey lesandi verða vand við strategiska hugsan.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar og venjingar og case uppgávur. Studenta framløgur verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið: • Hava vitan um høvuðsøkini innan strategi og tær teoretisku metodurnar innan strategiska leiðslu. • Duga at reflektera um vinnustruktur og hvørja støðu tann einstaka fyritøkan hevur á marknaðinum. • Hava førleikar at brúka modell til at greina kappingarumhvørvið – altjóða og lokalt – hjá einhvørjari fyritøku ella organisatión • Hava førleikar at brúka modell til at greina strategiskar møguleikar: hvussu, hvar og á hvønn hátt ein fyritøka má kappast. • Duga at meta um og finna keldurnar til kappingarfyrimunir og at greina hesar fyrimunir • Hava førleikar at brúka modell til at greina strategisku valini millum organiskan vøkstur, uppkeyp ella strategiskar alliansur. • Hava førleikar at skipa ta strategisku ráðleggingartilgongdina og implementeringina av strategi, herundir at greina og meta um váðar. • Duga at reflektera um teir best hóskandi hættirnar at leiða fyritøkuna/organisatiónina til best at røkka málunum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við framløgu av innlatnari uppgávu á 15 síður. Uppgávan skal viðgera læruúrtøku-evnini, og vísa at tann lesandi hevur skilt eina røð av strategiskum hugtøkum og metodum, og vísa at tann lesandi dugir at brúka hesar metodur uppá ítøkiligar strategiskar trupulleikar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
TBA
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen