6305.21 - Politisk vistfrøði


Skeiðsnummar
6305.21
Heiti
Politisk vistfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindum (2 ár) ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið er at geva teimum lesandi innførslu í Politiska vistfrøði (Political Ecology) - ein tvørfaklig tilgongd, sum kann nýtast til at kanna, greina og skilja, hvussu vald ávirkar samfelagsumhvørvislig sambond og gongdir. Endamálið er, at tann lesandi ognar sær vitan og greiningarførleikar, sum kunnu nýtast praktiskt innan t.d. fyrisiting av náttúrutilfeingi, umhvørvisplanlegging og arbeiði við burðardyggari menning.
Innihald
 Ástøði um sambandið millum menning og umhvørvi, t.d. burðardygga menning, vistfrøðiliga modernisering og post-menning.  Greining av sambandinum millum lokal umhvørvismál og globalar búskaparpolitiskar gongdir/dynamikkir.  Ástøði um umhvørvisósemjur og kjak um, hvussu hesar kunnu loysast.  Ástøði um vald, ójavna og marginalisering í sambandi við umhvørvismál og fyrisiting av náttúrutilfeingi.  Greining av ymiskum sjónarmiðum og áhugamálum hjá ymiskum áhugapørtum í samband við aktuell umhvørvismál og fyrisiting av náttúrutilfeingi í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram sína fatan av úrvaldum tekstum og við at geva sítt ískoyti annars til kjakið. Tey lesandi luttaka eisini á eini dagsútferð, har tey fáa praktiskt innlit og høvið at læra frá ymiskum áhugapørtum í sambandi við eina aktuella umhvørvisósemju í Føroyum.
Læruúrtøka
Aftaná lokið skeið er tann lesandi førur fyri at:  Greina og viðgera ymisk sjónarhorn og áhugamál í sambandi við umhvørvismál og fyrisiting av náttúrutilfeingi.  Greiða frá, hvussu veðurlagsbroytingar og umhvørvistrupulleikar eru knýttir at búskaparpolitiskum strukturum og dynamikkum.  Kritiskt viðgera ráðandi umhvørvispolitisk rák og praksis, t.d. burðardygga menning og vistfrøðiliga modernisering.  Greiða frá, hvussu náttúra verður sosialt konstruerað í narrativum og diskursum, og hvussu hetta ávirkar fyrisiting av náttúrutilfeingi, veðurlagspolitikki, o.s.fr.  Viðgera aktuellar umhvørvisósemjur og kjak um atgongd til náttúrutilfeingi í Føroyum og aðrastaðni við støði í hugtøkum og ástøði innan politiska vistfrøði.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva (essay), sum telur 4.500 orð (+/-10%).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini
Ábyrgd
Elisabeth Skarðhamar Olsen