2270.20 - Fjølbroyttu Føroyar
Skeiðsnummar
2270.20
Heiti
Fjølbroyttu Føroyar
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv ella liknandi førleikar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á tilflyting í Føroyum, og at geva tí lesandi vitan og førleikar at greina aktuellar spurningar um altjóða flytføri, tilflyting og mentanarligt fjølbroytni.
Innihald
Í hesum skeiði seta vit fokus á tilflyting, sum eitt samfelagsligt fyribrigdi í Føroyum, og seta hetta í ein altjóða samanhang. Vit læra um hugtøk og ástøði til at viðgera migration og mentanarligt fjølbroytni, sum søgu- og samfelagslig fyribrigdi. Tað verður lagdur dentur á eina tvørfakliga tilgond, og evni sum verða viðgjørd eru m.a.: altjóðagerð og altjóða flytføri, immigratión, inklusión, marginalisering, demokrati, borgaraskapur, integrationsmyndlar (assimilation, ‘meltingpot’, mosaik), arbeiðsmarknaður, kyn, mentanarligt margfeldni, og kosmopolitisma.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, bólkaarbeiðið.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi megna at:
• lýsa tilflyting og nýggjar fólkasamansetingar í Føroyum í eldri og nýggjari tíð.
• greiða frá hugtøkum og ástøði um immigratión, mentanarmunir og samfelag.
• brúka viðkomandi hugtøk og ástøði til at greina aktuellar spurningar um immigratión, inklusión og marginalisering í nýtíðarsamfelagnum.
After completed course the student shall be able to:
• describe immigration and new demographic structures in the Faroe Islands in older and contemporary times
• elucidate concepts and theories about immigration, cultural differences and society, which they have learned about during the course.
• use relevant concepts and theories to analyse contemporary themes about immigration, inclusion and marginalisation in contemporary society.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í einari skrivligari uppgávu (essay) um eitt sjálvvalt evni (millum 1.500-2.000 orð). Evni skal góðkennast av undirvísaranum. Uppgávan verður skrivað einsæris.
Treyt fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur fingið góðkennt tvær heimauppgávur, sum verða gjørdar leypandi á skeiðnum. Uppgávurnar verða mettar av undirvísaranum.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1.000 síður. Lestrarlistin verður tøkur á Moodle
Ábyrgd
Súsanna Olsen