2808.18 - Grundskeið í stjórnmálafrøði


Skeiðsnummar
2808.18
Heiti
Grundskeið í stjórnmálafrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum eitt innlit í tey evni og ástøði, ið serliga verða brúkt innan fyri stjórnmálafrøðina.
Innihald
Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka gongdina. Evnini verða, har tað er møguligt, eisini lýst við dømum úr føroyskum politikki.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 35 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal duga: • At greiða frá ástøði um statin, vald, politiskar flokkar, politiskar skipanir og ideologiir. • Kritiskt at meta um frágreiðingarmegina í hesum ástøðunum • At brúka hugtøkini og ástøðini, tey hava lært, til gera eina sjálvstøðuga lýsing og greining av politiskum og umsitingarligum evnum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar). Loyvt er at hava alt pensum og egnar notur við til próvtøkuna. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at hin lesandi hevur luttikið í skrivligari míðvegisroynd (3 tímar).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1.000 síður.
Ábyrgd
Súsanna Olsen