2023.13 - Eldri heimssøga


Skeiðsnummar
2023.13
Heiti
Eldri heimssøga
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. 7 talsstigin fyri 1 árs lesandi, 13-stigin fyri onnur Valskeið á 1. ella 2 ári - stakskeið (gjald) Valskeið á øllum breytum. Stakskeið (gjald)
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til heimssøguna í miðøld og fram til umleið 1750, við serligum denti á evropeiskari og evropeiskt sprotnari søgu.
Innihald
Tey lesandi fáa gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til grundleggjandi samanhangir í heimssøguni í miðøld og fram til 1750 og vitan um grundleggjandi samfelagsviðurskifti í evropeisku samfeløgunum í tíðarskeiðinum. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi skulu: • hava eina breiða fatan av søgugongdini í miðøld og fram til umleið 1750 • vera før fyri at orða grundleggjandi spurningar í evropeiskari søgu áðrenn 1750 • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið.
Læruúrtøka
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum. Framløgan er ein treyt fyri at sleppa upp til próvtøku í fakinum.
Próvtøkuháttur
: Munnlig próvtøka við uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga. Meðan lærari og próvdómari eru til staðar, velur studenturin spurning, sum studenturin fær 30 minuttir til at fyrireika seg uppá. Í fyrireikingarhølinum hevur studenturin loyvi til at hava pensum, útflýggjaðar og egnar viðmerkingar, har hann kann leita sær upplýsingar. Próvhoyringin, ið verður skipað sum samrøða/kjak rundan um próvtøkuspurningin millum ein virknan student og læraran, sjálvandi við møguleika fyri luttøku av próvdómaranum, er umleið 20 minuttir.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000-1500 síður.
Ábyrgd
Erling Isholm