2062.12 - Serskeið í umboðsmansroynd


Skeiðsnummar
2062.12
Heiti
Serskeið í umboðsmansroynd
ECTS
2,5
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi. Gjaldsskeið fyri uttanseturslesandi, ið taka diplom í almannafyrisiting.
Endamál
Tey lesandi skulu úr tinglógum, dómum, umboðsmansálitum, bókmentum og øðrum lógkeldum fáa fatan av umboðsmansroynd í Føroyum.
Innihald
Skeiðið byggir á táttin 'at royna lóg' í grundskeiði í lóg. Skeiðið er skipað sum sjálvlestur. Tey lesandi skulu skipa og tulka tilfar um evnið og skriva sjálvstøðuga uppgávu um evnið. Tá tey lesandi hava teknað seg til, verður givin einstøk freist at lata uppgávuna inn.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað við vegleiðing umvegis teldukervi (FirstClass), har víst verður á viðkomandi tilfar. Skeiðið krevur tó fyrst og fremst sjálvlestur
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • sýna innlit í hvussu Løgtingsins umboðsmaður er skipaður sambært tinglóg; • sýna innlit í eitt umboðsmansálit, har átala verður givin; • sýna innlit í eitt umboðsmansálit, har evnið er innlit; • sýna innlit í eitt umboðsmansálit, har evnið er eftirlit við stovnum; • sýna innlit í eitt umboðsmansálit, sum umrøtt er í lærubók; • sýna innlit í eitt umboðsmansálit, sum seinni er roynt í dómi; • sýna innlit í føroyskar lærdar bókmentir um stovnin, minst eina lærubók og fýra greinar; • greina støðu umboðsmans løgtingsins út frá hesum tilfari í uppgávu; • ávísa umleið 100 síður av keldutilfari, fevnandi lóg, viðmerkingar, álit, dóm, bók og greinar; • velja út mest viðkomandi at lýsa, greina og ávísa innan 15.000 tekn við gloppum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva í evni samsvarandi læruúrtøkuni í samráð við ábyrgdarlærara, ið ásetur eina freist uppá seks vikur at lata inn uppgávu. Innanseturs próvdøming sambært galdandi próvtalastiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Kári á Rógvi