2134.14 - Samfelagsvísindalig metoda


Skeiðsnummar
2134.14
Heiti
Samfelagsvísindalig metoda
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av teimum framferðarháttum (metodum), nýttar verða innan samfelagsvísindina. Skeiðið gevur innlit í bæði kvantitativa og kvalitatativa metodu, umframt hvussu hesar kunnu stuðla undir hvørjari aðrari (metodu-kombinatión).
Innihald
Skeiðið byggir á grundlitteratur (t.e. lærubókslitteratur)um kvantitativar og kvalitativar metodur. Hetta umfatar eitt nú:  At læra um ymiskar kvalitativar og kvantitativar tilgongdir.  At læra um vísindateoretiska grundstøðið undir ymisku kanningarhættunum.  Royna úrvaldar kvantitativar og kvalitativar teknikkir í verki.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við uppleggum, kjaki og venjingum. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram teirra forstáilsi av úrvaldum tekstum, við venjingum og við at geva teirra ískoyti annars til kjakið. Eisini skulu tey lesandi arbeiða fram ein synopsis, ið inniheldur bæði kvalitativa og kvantitativa metodu.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal:  Duga at greiða frá grundleggjandi trekkum við kvantitativari og kvalitativari metodu, teirra styrkir og
Próvtøkuháttur
Munnilig próvtøka við støði í synopsis. Alt pensum telur við í eksaminatión og próvdøming. Fyri at standa skeiðið, skulu bæði synopsis og próvtøka verða góðkend.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, ca. 600 síður.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard