2136.15 - Almennur politikkur og fyrisiting


Skeiðsnummar
2136.15
Heiti
Almennur politikkur og fyrisiting
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám,ella tilsvarandi
Endamál
At fáa innlit í, hvussu almennur politikkur og fyrisiting virkar. Vit hyggja eftir hesum yvirskipað við atlit til Føroyar og føroysk viðurskifti - Tey lesandi skulu verða før at brúka ymisk ástøði og háttaløg til at skilja og greina politiskar tilgongdir og á hendan hátt verða før fyri at meta um, hvussu tað føroyska politiska kervið er uppbygt og virkar.
Innihald
Vit fara at lýsa og greina, hvussu politiskar skipanir seta sær mál og føra tey út í lívi, og hvørji policy-amboð verða tikin í brúk í hesum sambandi. Evni, sum vit koma inn á eru:  Fólkaræði  Vælferð  Organisatión  Makt Hesi evni verða viðgjørd hvør í sær, og hvussu tey sínámillum ávirka hvønn annan.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, kjak og virkin luttøka, har tann lesandi millum annað venur førleikan at argumentera fakliga fyri sínum sjónarmiðum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu:  Duga yvirskipað at greiða frá fyribrigdunum fólkaræði, vælferð, organisatión, og makt.  Duga at greiða frá og greina hesi fyribrigdi við ástøði o og hugtøkum, sum tey hava lært á skeiðinum.  Duga at seta ástøðini í samband við ítøkilig empirisk dømi í nútíðarsamfelagnum.  Sjálvstøðugt at brúka ástøði og háttaløg, tey hava lært, til at greina og kritisk meta um aktuel og viðkomandi viðurskifti í nútíðarsamfelagnum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu velja sær eitt evni í samráð við undirvísaran og einsæris skriva eina ritgerð (10-15 síður), ið skal verjast við munnligari próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður, tá ið skeiðið byrjar. Vit lesa umleið 1000-1200 síður.
Ábyrgd
Súsanna Olsen