2267.14 - Institutión, organisatión og sosial broyting(krav á 3 ári)


Skeiðsnummar
2267.14
Heiti
Institutión, organisatión og sosial broyting(krav á 3 ári)
ECTS
10
Fortreytir
Staðið tema 1 og tema 2 á sosialvísind og samfelagsplanlegging, ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær eitt víðkað innlit og forstáilsi fyri tann týdning sum sosial- og planleggingarfeltini hava í modernaða samfelagnum, hetta við serligum denti á tess institutionella og organisatoriska grundarlagi.
Innihald
 Teori um institustiónir og sosiala broyting og teirra týdning til at skilja vælferð, vælferðarskipanir, umframt plan- og avgerðar tilgongdir.  Teori um modernaðar organisatiónsformar í menning av plan- og sosialsektorunum í samfelagnum, hetta við støði í leiklutinum hjá almenna sektorinum, men eisini í samanspælinum millum stat, marknað og sivilsamfelag.  Metodiskar avbjóðingar innan gransking av institutiónum, organisatiónum og sosialari broyting.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við uppleggum, kjaki og venjingum. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram teirra forstáilsi av úrvaldum tekstum og við at geva teirra ískoyti annars til kjakið.
Læruúrtøka
Munnlig próvtøka við støði í pensum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard