2360.12 - Mentanarfrøði


Skeiðsnummar
2360.12
Heiti
Mentanarfrøði
ECTS
10
Endamál
Við støði í antropologiskari og etnologiskari grundbók skal hin lesandi læra grundleggjandi mentanarvísindaliga ástøði og fáa fatan av, hvussu mentanarvísindafólk arbeiða í royndum, metodiskt og ástøðiliga. Farið verður í dýpdina í úrvaldum evnum bæði í heimligum og alheimligum høpi, so lesandi sjálvi læra at ogna sær innlit og fatan. Tey lesandi skulu: • læra mentanarvísindalig grundhugtøk • duga mentanarfrøðiligt arbeiðslag • vera før fyri at fara í dýpdina við mentunarfrøðiligari viðgerð • gerast tilvitað um breiddina í mentunarfrøðiligum háttalagi
Innihald
Tey lesandi fáa á skeiðnum kunnleika til grundleggjandi antropologisk og etnologisk grundhugtøk og kanningarhættir. Ymisk høvuðsverk og rák verða gjøgnumgingin, og eisini verða aktuel evni úr gerandisdegnum tikin upp til viðgerðar úr antropologiskum/etnologiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, samrøður, framløgur við venjingum og vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving Roknað verður við minst 10 lærarafyrilestrum (dupulttímum) og eini 10 dupulttímum til venjingar og framløgur.
Próvtøkuháttur
Óbundin 14 daga skrivlig heimauppgáva í evni, sum lærarin góðkennir. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Millum 1000-1500 blaðsíður, sum lærarin ásetir. Loyvt er studentinum í samráð við lærara í minni mát at skifta um við annað pensum.
Ábyrgd
Jóan Pauli Joensen