2361.15 - Arkivkunnleiki


Skeiðsnummar
2361.15
Heiti
Arkivkunnleiki
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita teimum lesandi almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking Tey lesandi skulu: • kenna viðkomandi lógir og meginreglur undir skjalasavninum • fáa vitan um tilfar, sum verður savnað á skjalasavninum/søvnum • læra at finna fram heimildartilfar á skjalasøvnum • fáa innleiðing til ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum • læra at lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum Skeiðið vendur sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast
Innihald
Tey lesandi skulu gjøgnum innleiðslu í lógargrundarlag, ítøkiligar venjingar og ástøðiliga grundarlagið undir almennum skjalasavnsvirksemi, ogna sær grundleggjandi vitan um tann samfelagsliga týdning, sum skjalasøvn hava, umframt læra at leita fram og nýta heimildartilfar á skjalasøvnum
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin fer fram sum fyrilestrar og venjingar, herundir venjing í at lesa gamla skrift. Í skeiðstíðini skulu studentarnir loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð vegleiðaranna og við vegleiðing teirra
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi kunna: • skilja lógargrundarlagið undir almennum skjalasøvnum • greiða frá høvuðsuppgávum og -virksemi hjá skjalasøvnum • meta um tann týdning, sum skjalasøvn hava fyri ymisk samfelagslig viðurskifti • finna fram, lesa og meta um ítøkiligt heimildartilfar á skjalasavninum • gagnnýta heimildartilfar á skjalasavninum til at loysa ítøkiligar søguvísindaligar uppgávur
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva, sum studenturin - eftir at undirvísingin er liðug - fær 2 vikur til at skriva. Í samráði við undirvísaran, sum vegleiður studentin fram til uppgávuvikurnar, velur studenturin eitt evni at skriva um. Uppgávan skal vera millum 10 og 15 síður (á 2400 tekin) til longdar. Hon skal m.a. innihalda skjøl, sum er eldri enn frá 1875, og greiða frá, hvussu funnið er fram til tey. Í uppgávuni skal eisini verða greitt frá lógargrundarlagi og/ella fyrisitingarliga samanhanginum undir teimum skjølum, sum verða brúkt
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum er umleið 500 síður, sum verður góðkent av undirvísaranum
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará