2661.16 - Sosialvísindi


Skeiðsnummar
2661.16
Heiti
Sosialvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og fatan av vælferðarsamfelagnum og tann sosiala geirin, bæði í ástøðiligum og empiriskum høpi
Innihald
 Mentan, samleiki og sivilsamfelag, samspælið millum hesi og týdning tey hava fyri samfelagsliga vælferð.  Triðji sektorurin, t.e. almannagagnlig og sjálvboðin feløg og týdningin av hesum í samfelagsligu menningini.  Samspælið millum samfelagsligar broytingar og sosial viðurskifti, hetta í mun til eitt nú politikk, vinnu og sosiala integrasjón,  Vælferð, sosial organisatión og sosialt arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað lestrarlista, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin einsæris ella í bólki – eina problemorienteraða verkætlan, við støði í einum sosialvísindaligum evni. Tey lesandi brúka sjálvvalgt tilfar til verkætlanina, sum eisini verður partur av lestrarlista. Ein vegleiðari verður tengdur at hvørjari verkætlan og skal hesin eisini góðkenna evni og spurdóm. Verkætlanin skal (um ikki annað er avtalað) verða partur av verkætlan í skeiðinum samfelagsplanlegging.
Læruúrtøka
Tann lesandi:  Dugir at greiða frá um høvuðsástøði innan sosialvísindi.  Dugir at greiða frá gransking av vælferðarsamfeløgum og sosialum viðurskiftum.  Megnar at strukturera, diskutera og miðlavitan um sosialvísindalig viðurskifti.  Evnar sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga sekundér datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari verkætlan og lestrarlista.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, umframt lestrartilfar nýtt í verkætlanini.
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield