2662.15 - Samfelagsplanlegging


Skeiðsnummar
2662.15
Heiti
Samfelagsplanlegging
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri samfelagsplanlegging í breiðum týdningi, tvs. um tær tilgongdir og prosessir sum gjøgnum almennan politikk stuðla undir bevísta samfelagsliga menning, um kollektivar avgerðir og virði, umframt í týdninginum livikor og sosialt burðardygg vilkor hjá samfelagsbólkum og –eindum. Hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Innihald
 Hvussu planlegging inngongur sum ein nátúrligur partur av samfelagsligu stýringini, harímillum sum demokratiskt reiðskap í bý- og bústaðarplanlegging, umframt í kommunalari, lokalari og regionalari menning.  Hvussu planlegging inngongur sum partur av mentan, vinnu og dagligdegi á bygd og bý, hetta í einum komparativum og rúmligum (lokalum-globalum) spenningsfelti.  Teori um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og almennan politikk, hetta í mun til eitt nú demokratiska luttøku, sosiala mobilisering, teknologi, kyn og makt.  Metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt við støði í einum planleggingarevni. Í projektinum skulu tey lesandi sjálvstøðugt finna fram relevantan litteratur, sum eisini inngongur í pensum. Tillutað verður ein vegleiðari, sum eisini skal góðkenna val av projekttema. Projektið til hetta tema kann integrerast við projektið í skeiðnum sosisalvísind.
Læruúrtøka
Tann lesandi:  Dugir at greiða frá um sentralar teoriir innan planlegging.  Dugir at greiða frá søguligu menningini av planlegging sum fakøki.  Dugir at greiða frá metodum innan gransking av planleggingarviðurskiftum.  Evnar at strukturera, diskutera, umframt formidla vitan um planleggingarviðurskifti.  Evnar sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag. Til ber at velja, at fara til eksaminasjón í antin projekti ella í pensum.
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen