2662.16 - Samfelagsplanlegging


Skeiðsnummar
2662.16
Heiti
Samfelagsplanlegging
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi førleikar.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri samfelagsplanlegging í breiðum týdningi, tvs. um tær tilgongdir og prosessir sum gjøgnum almennan politikk stuðla undir bevísta samfelagsliga menning, um kollektivar avgerðir og virði, umframt í týdninginum livikor og sosialt burðardygg vilkor hjá samfelagsbólkum og –eindum. Hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Innihald
 Hvussu planlegging inngongur sum ein nátúrligur partur av samfelagsligu stýringini, harímillum sum demokratiskt reiðskap í bý- og bústaðarplanlegging, umframt í kommunalari, lokalari og regionalari menning.  Hvussu planlegging inngongur sum partur av mentan, vinnu og dagligdegi á bygd og bý, hetta í einum komparativum og rúmligum (lokalum-globalum) spenningsfelti.  Teori um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og almennan politikk, hetta í mun til eitt nú demokratiska luttøku, sosiala mobilisering, teknologi, kyn og makt.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin einsæris ella í bólki – eina problemorienterað verkætlan, við støði í einum evni innan samfelagsplanlegging. Tey lesandi brúka sjálvvalgt tilfar til verkætlanina, sum eisini verður partur av lestrarlista. Ein vegleiðari verður tengdur at hvørjari verkætlan og skal hesin eisini góðkenna evni og spurdóm. Verkætlanin skal (um ikki annað er avtalað) verða partur av verkætlan í skeiðnum sosialvísind.
Læruúrtøka
Tann lesandi:  Dugir at greiða frá um høvuðsástøði innan planlegging.  Dugir at greiða frá søguligu menningini av planlegging sum fakøki.  Evnar at strukturera, diskutera, umframt formidla vitan um planleggingarviðurskifti.  Evnar sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga sekundér datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari verkætlan og lestrarlista.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, umframt lestrartilfar nýtt í verkætlanini.
Ábyrgd
Súsanna Olsen