2670.14 - Praksis skeið - Grundskeið í statistikki


Skeiðsnummar
2670.14
Heiti
Praksis skeið - Grundskeið í statistikki
ECTS
5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er:  at geva tí lesandi eitt innlit í tey vanligastu kvantitativu háttaløgini innan samfelagsvísindi, bæði deskriptivan og inferentiellan statistikk  at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi at nýta hesar hættir í einari greining.
Innihald
Innsavnan og skipan av kvantitativum data, hvar undirvíst verður í, hvussu ein kann savna saman hesi data og hvussu tey kunnu setast upp, soleiðis at sum mest av informasjónsvirði fæst uppá einfaldasta máta. Komið verður eisini inn á ymiskar hættir til at greina statistiskar samanhangir.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, praktiskum venjingum við instruktión og heimauppgávum. Av tí at tað ikki ber so væl til bara at lesa seg til teir førleikar, sum miðað verður ímóti at menna á hesum skeiði, verður dentur lagdur á, at tann lesandi umframt at lesa og seta seg inn í pensum til hvønn skeiðsgang eisini er til staðar í sjálvari undirvísingini og luttekur virkið í øllum venjingum. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær ment sínar praktisku førleikar í statistikki, og kemur tí at gera praktiskar venjingar sum part av undirvísingini, herundir heimauppgávur.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda dugir tann lesandi:  At savna kvantitativ data saman í sambandi við ein spurdóm  at skipa hesi data upp á ein einfaldan og informativan máta (í talvur, grafar, lagkøkudiagramm, stabbadiagramm)  at lýsa býtið í einum datasetti.  at kenna og greiða frá samanhangir í kvantitativum mátingum, so
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva. Fyri at kunna fara til próvtøku skal tann lesandi hava møtt upp 80% av tímunum og hava staðið møguligar heimauppgávur. Undirvísarin dømir heimauppgávurnar staðið/ikki staðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Madsen, Birger Stjernholm. 2012. Statistik for ikke-statistikere. Forlaget Samfundslitteratur. ISBN: 978-87-593-1622-1 Harumframt møguligt tilfar, sum undirvísarin útflýggjar, samanlagt 200-250 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen