2670.15 - Praksis skeið - Grundskeið í hagfrøði


Skeiðsnummar
2670.15
Heiti
Praksis skeið - Grundskeið í hagfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er:  at geva tí lesandi innlit í tey mest vanligu kvantitativu háttaløgini í samfelagsvísindi, serliga deskriptiva hagfrøði, men at tey eisini kenna til inferensiella hagfrøði  at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi at nýta hesar hættir
Innihald
Innsavnan og skipan av kvantitativum data, hvar undirvíst verður í, hvussu ein kann savna saman hesi data og hvussu tey kunnu setast upp, soleiðis at sum mest av informasjónsvirði fæst uppá einfaldasta máta. Komið verður eisini inn á ymiskar hættir til at greina statistiskar samanhangir.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, praktiskum venjingum við instruktión og heimauppgávum. Av tí at tað ikki ber so væl til bara at lesa seg til teir førleikar, sum miðað verður ímóti at menna á hesum skeiði, verður dentur lagdur á, at tann lesandi umframt at lesa og seta seg inn í pensum til hvønn skeiðsgang eisini er til staðar í sjálvari undirvísingini og luttekur virkið í øllum venjingum. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær ment sínar praktisku førleikar í deskriptivari hagfrøði og einføldum inferensi, og kemur tí at gera praktiskar venjingar sum part av undirvísingini, herundir heimauppgávur.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda dugir tann lesandi: • At brúka hagfrøðiligt software til at lýsa data við talvum og grafum • At rokna sentral mát og variabililtetsmát og at lýsa samanhangir millum variablar • Á at skyna grundleggjandi hugtøkum um tilvild og hagfrøðilig sannlíkisbýti • At estimera hagfrøðilig mát við støði í úrvali og at meta um góðskuna á estimati við hypotesutest • Á at skyna grundleggjandi hugtøkum um hagfrøðiligan inferens
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 200-250 síður.
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen