2017.15 - Grundskeið í sosiologi


Skeiðsnummar
2017.15
Heiti
Grundskeið í sosiologi
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í sosiologi sum vísindaligt fak, hetta við denti á sosiologisk hugtøk og teori. Endamálið er eisini, at tann lesandi lærir at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi sosiologisk evni.
Innihald
• Sosiologisk grundhugtøk sum t.d. rationalisering, kyn, vald, samleiki og stratifisering • Søguliga menningin av sosiologiini sum fak • Klassisk og nýggjari sosiologisk teori • Evnini sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um 12 ferðir og samanlagt 31 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal: • Duga at endurgeva og greiða frá menningini av sosiologi sum fak • Duga at endurgeva og greiða frá høvuðstýdninginum í teimum lyklahugtøkum tey hava lært um á skeiðnum • Duga at greiða frá høvuðslinjunum í teimum teorium tey læra um á skeiðnum • Duga at brúka sosiologiska teori og hugtøk til at greina eitt eitt viðkomandi sosiologiskt evni
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, har eitt útvalt evni verður lýst og greinað. Munnlig próvtøka við støði í uppgávuni og pensum sum heild. Uppgávan skal vera í mesta lagi 4000 orð - litteraturlisti og fótnotur ikki íroknað.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield