2140.14 - Grundleggjandi fyrisitingarlóg


Skeiðsnummar
2140.14
Heiti
Grundleggjandi fyrisitingarlóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eitt nú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkøna læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótini, har fyrisitingarligar reglur møta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Innihald
I praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar leggja virki sítt til rættis. Mótvegis borgarum skal fyrisitast rætt formliga og innihaldsliga, mótvegis leiðsluni skal bæði vísast trúfesti og ráðgeving um møguleikar og avleiðingar. Fyrisiting krevur oftast at neyðugt er bæði at hava serkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva í almennari fyrisiting í føroyskum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá undirvísarum og gesta-fyrilesarum.
Læruúrtøka
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá undirvísarum og gesta-fyrilesarum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein 4-tíma skrivlig roynd við skeiðslok. Hjálparamboð eru loyvd. Tey lesandi skulu skriva tvær uppgávur. Tann betra teirra telur 1/3 av próvtalinum og próvtøku-uppgávan 2/3. Próvdømingin er uttanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Bókin Fyrisitingarlóg (verður býtt út) og tilfarssavn.
Ábyrgd
Bárður Larsen