2368.16 - Ritgerð (verkætlan) 1


Skeiðsnummar
2368.16
Heiti
Ritgerð (verkætlan) 1
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at læra tey lesandi at gera eina akademiska ritgerð.
Innihald
Tey lesandi skulu sjálvstøðugt gjøgnumføra eina spurdómsstýrda kanning, har tey nýta hugtøk/myndlar/ástøði, tey hava lært, sjálvi leita fram heimildir og tilfar (empiri), gera eina greining og koma til eina niðurstøðu. Undirvíst verður í, hvat ein spurdómur er fyri nakað, og um hvussu ein ger eina spurdómstýrda uppgávu. Tey lesandi læra at avmarka eitt evnisøki og orða ein kanningarspurdóm, savna heimildartilfar saman, gera eina greining og seta úrslitini upp í eina akademiska ritgerð eftir vanligari akademiskari siðvenju. Uppgávan verður skrivað í bólki.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing, venjingar og studentaframløgur. Tey lesandi arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan í bólki. Vegleiðing umleið 3x1 tíma pr. bólk.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi duga: • at avmarka eitt kanningarevni. • at orða ein spurdóm. • at gjøgnumføra eina spurdómsstýrda rannsóknarverkætan í toymi. • at seta úrslitini av kanningini upp í eina akademiska ritgerð eftir vanligari akademiskari siðvenju.
Próvtøkuháttur
Innlating av ritgerð.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti umleið 300 síður umframt lestrartilfar og heimildir, sum tey lesandi sjálvstøðugt hava funni fram í samband við ritgerðina.
Ábyrgd
Súsanna Olsen