2017.11 - Grundskeið í sosiologi


Skeiðsnummar
2017.11
Heiti
Grundskeið í sosiologi
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at geva studentunum eitt innlit í og yvirlit yvir sosiologisk hugtøk og ástøði. Tey lesandi tilogna sær sosiologisk lyklahugtøk og læra at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi sosiologisk evni.
Innihald
Dentur verður lagdur á at skilja sosiologisk hugtøk, sum t.d. dømis rationalisering, differentiering, kyn, makt og konformitet og risiko, og hvussu teir ymsu ástøðingarnir brúka tey. Evnini verða so vítt møguligt sett inn í ein føroyskan samanhang og lýst við føroyskum dømum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 15 dupulttímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum lærarans og innbodnum gestalærarum. Smáar uppgávur verða eisini javnan givnar, og studentarnir skulu leggja fram úrslit síni fyri hinum studentunum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við grundarlagi í skrivligari uppgávu um viðkomandi evni, sum verður lýst og greinað út frá sosiologiskum hugtøkum. Evni verður valt í samráð við lærara. Uppgávan skal vera millum 12-15 síður og latast inn tann 4 apríl. Innanhýsis próvdøming eftir galdandi próvtalastiga.
Lestrarlisti
Anthony Giddens, Sociology, 6th edition. http://www.polity.co.uk/giddens6/
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen