2138.11 - Politisk teori


Skeiðsnummar
2138.11
Heiti
Politisk teori
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at geva teimum lesandi eitt innlit í og yvirlit yvir politiska teori.
Innihald
Greitt verður frá klassiskari og nýggjari politiskari teori. Dentur verður lagdur á at lýsa lyklahugtøk og teori um statin, vald, politiskar skipanir, politiskar flokkar umframt ideologiir. Strembað verður eftir at lýsa evnini við føroyskum dømun.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 15x2 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum lærarans (og møguligum gestalærarum). Smáar uppgávur verða eisini javnan givnar, og studentarnir skulu leggja fram úrslit síni fyri hinum studentunum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við grundarlagi í 14-daga skrivligari heimauppgávu um eitt sjálvvalt evni góðkent av lærara, og sum verður viðgjørt út frá hugtøkum og teoriium, sum hava verið viðgjørd á skeiðnum. Uppgávan skal vera í mesta lagi 5.000 orð (litteraturlisti og fótnotur ikki íroknað). Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Max 1000 pages.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen