2622.13 - Búskapur og samfelag


Skeiðsnummar
2622.13
Heiti
Búskapur og samfelag
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika, og roknað verður við at tey duga at brúka høvuðs-facilitetirnar í EXCEL. 7 talstigin fyri 1 árs lesandi, 13-stigin fyri onnur
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at veita søgu-, stjórnmála-, og samfelagsfrøðis-lesandi innlit í • Grundleggjandi partar av lærugreinini búskaparfrøði, herundir týðandi hugtøk og myndlar, umframt búskaparsøgu og teorisøgu (tó uttan at talan er um vanligt grundskeið í búskaparfrøði) • tann leiklut sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki, og tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava og hava havt í samfelagsligu umbroytingunum
Innihald
Umframt innleiðslu í nøkur av teimum grundleggjandi hugtøkunum og myndlunum innan búskaparfrøðina verður eisini venjing nýta búskaparhagtølini á dátugrunni Hagstovunnar. Annars eru týðandi tema sambandið millum tøkniligar-økonomiskar innovatiónir og socio-økonomiskar umbroytingar (sambandið millum produktivitet, vøkstur og transformatión), marknaðarstýring mótvegis inntrivsstýring, og sambandið millum nútíðina og tann søguliga sjónarvinkulin
Læru- og undirvísingarhættir
Sambært ECTS-krøvini krevjast, við bara tøkum 30 frálærutímum, 8 tíma heimaarbeiði til hvønn frálærutíma. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking. Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, at svara spurningum, og dialogar, studentaframløgur, herundir regluligar vegleiðandi royndir við 15-20 minutta munnligum studentaframløgum við útgangsstøði í neyvari tilskilaðum læruúrtøku-stevnum
Læruúrtøka
Lesandi ið hevur staðið skeiðið búskapur og samfelag sum part av BA/BS prógvi hevur, tá skeiðið er lokið, fingið duguleika í at greiða frá, lýsa, og/ella meta um niðanfyri standandi samfelags-búskaparlig málsevni: • Búskaparvøkstur og kreppur • Búskaparligu geirarnar og ringrásin, máting av prísvøkstri og ójavna • Búskaparligum menningargongdum og menningarstøðum • Tjóðarroknskapi herundir gjaldsjavna og uttanlandshandli • Marknaðarmekanismuni við útboði og eftirspurningi og prísskapan • Tey ymisku sløgini av búskaparpolitikkum, ástøði aftanfyri, amboðum og endamáli • Inntøkuskapanin, søguliga tøkni- og búskaparmenningin og eldri ástøði • Marknaðarbúskapur sum drívmegi aftan fyri altjóða handil og arbeiðsbýti • Europeiska Samveldið sum búskaparlig samanrenning millum lond • Søgan um eitt 236 ára gamalt marknaðar-búskapar-ástøði, ið sýnist sigursælt og uttan alternativ í byrjan av 21.øld
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 20 minuttir. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið internet og fartelefon.
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Ólavur Christiansen