2018.14 - Grundskeið í søguvísindaligum háttalag


Skeiðsnummar
2018.14
Heiti
Grundskeið í søguvísindaligum háttalag
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguvísindalig háttaløg og arbeiðshættir, at veita teimum grundleggjandi førleika til at meta um søguliga gransking og at vanda sær um søguligar heimildir. Skeiðið vendur sær eisini til fólk, sum onkursvegna arbeiða við heimildum, t.d. miðlafólk.
Innihald
Tey lesandi skulu gjøgnum dømi úr søgugransking, keldum og øðrum tilfari fáa innlit í háttaløg hjá søgufrøðingum. Støði verður tikið í metodubók/um um søguvísindaliga gransking, har ymisk sjónarmið verða lýst. Síðan verða kelduuppgávur gjøgnumgingnar við støði í keldukritiskum háttaløgum og ítøkiligum keldukritiskum spurningum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak og venjingar. Kelduuppgávur verða gjøgnumgingnar, harav 3 uppgávur verða givnar teimum lesandi at svara uppá heima. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Ein ástøðiligan part og ein drúgvari venjingarpart, har keldur og kelduuppgávur verða viðgjørdar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi prógva, at tey: • duga at skilja millum ymisk sløg av søguligum heimildum • duga at seta spurningar til søguligar heimildir • duga at meta um søguligar heimildir • skilja tey grundleggjandi søguvísindaligu hugtøkini • megna at brúka søguvísindalig hugtøk uppá søguligar heimildir • duga at gagnnýta søguligar heimildir • duga at greina lutfallið millum ymisk sløg av søguligum heimildum • vera før fyri at viðgera og ítøkiliga taka støðu til eitt givið heimildargrundarlag
Próvtøkuháttur
Munlig uttanseturs próvdøming í próvtøkuuppgávu. Próvtøkuuppgávan er ein 5-daga bundin skrivlig heimauppgáva við endan á skeiðnum. Tey lesandi fáa útflýggjað eina kelduuppgávu við givnum spurningum at svara heima. Hjálparamboð eru loyvd. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava latið inn og fingið góðkent minst 2 av teimum 3 oman fyri nevndu heimauppgávunum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er umleið 500 síður um søgulig háttaløg, umframt at 5-7 kelduuppgávur (haruppií eru tær 3 omanfyri nevndu) uppá 30-40 síður verða gjølla lisnar og gjøgnumgingnar.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará