2110.15 - Vísindaástøði og háttaløg


Skeiðsnummar
2110.15
Heiti
Vísindaástøði og háttaløg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eina grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg.
Innihald
Grundleggjandi vísindaástøði, har dentur verður lagdur á at skilja ímillum vísindaligu stevnurnar (positivisma, hermeneutik, fænemenologi, strukturalismu, kritisk realisma, socialkonstruktivisma, pragmatisma). Innlit í og yvirlit yvir tey vanligastu kvalitativu og kvantitativu háttaløgini í samfelagsfrøði, og hvat tilknýti hesi hava til tær vísindateoretisku stevnurnar, herundir eisini . Í hesum høpi fáa tey lesandi her eina innleiðslu í lýsandi (descriptive) hagfrøði. Harumframt fáa tey lesandi eina innleiðslu í grundleggjandi lestrarførleika og fróðskaparhegni (bókasavnskunnleiki, internet sum leitiamboð, talgild tíðarrit, akademisk skriving, plagiat, keldutilvísingar og tilvísingarforrit).
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar, samrøður, bólkaarbeiði, venjingar og bókasavnsvitjan.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi • Duga at leggja sín egna lestur til rættis, so hann fær mest burtur úr lesnaðinum. • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum í vísindaligu stevnunum, hann hevur lært um í skeiðnum. • Duga at greiða frá, hvørji kvalitativ og kvantitativ háttaløg eru í samfelagsvísind og søgu. Duga at greiða og hugleiða um tilknýti millum vísindaligu stevnurnar og háttaløg.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 800 síður
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen