2017.14 - Grundskeið í sosiologi
Skeiðsnummar
2017.14
Heiti
Grundskeið í sosiologi
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi eitt innlit í sosiologi sum vísindaligt fak, hetta við denti á sosiologisk hugtøk og teori. Endamálið er eisini, at tann lesandi lærir at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi sosiologisk evni.
Innihald
Sosiologisk grundhugtøk, sum t.d. rationalisering, differentiering, kyn, makt, konformitetur og risiko.
Søguliga menningin av sosiologiini sum fak.
Klassisk og nýggjari sosiologisk teori.
Evnini verða sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum, aktivari luttøku frá teimum lesandi (kjaki/uppleggum), umfram skrivliga uppgávu (essay).
Læruúrtøka
Tann lesandi skal:
Duga at endurgeva og greiða frá menningini av sosiologi sum fak.
Duga at endurgeva og greiða frá høvuðstýdninginum í teimum lyklahugtøkum tey hava lært um á skeiðnum.
Duga at greiða frá høvuðslinjunum í teimum teorium tey læra um á skeiðnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við grundarlagi í skrivligari uppgávu
um viðkomandi evni, sum verður lýst og greinað út frá sosiologiskum hugtøkum. Evnið verður valt í samráð
við undirvísara. Uppgávan skal vera max. 5000 orð.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður
Ábyrgd
Gestur Hovgaard