2362.15 - Sosiologi og mentan


Skeiðsnummar
2362.15
Heiti
Sosiologi og mentan
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi og antropologi sum vísindalig fak, hetta við denti á hugtøk, teori og metodiska tilgongd. Tey skulu lesandi læra at brúka hugtøk og teori at greina viðkomandi sosiologisk og antropologisk evni.
Innihald
Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari teori í antropologi og sosiologi, sæð í einum søguligum og nútímans ljósi. Teoriin verður knýtt at týðandi evni innan antropologi og sosiologi sum t.d. klassi, kyn, religión, mentan, forbrúk og familju, og sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um 10 ferðir og samanlagt 35 tímar. Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum undirvísarans og venjingar. Lesandi skulu leggja fram í tímunum.
Læruúrtøka
Lesandi skulu prógva, at tey: • Kenna antropologisk og sosiologisk grundhugtøk • Duga høvuðslinjurnar í teimum teorium tey læra um á skeiðnum • Eru før fyri at fara í dýbdina við antropologiska og sosiologiska viðgerð • Eru tilvitað um antropologiskt og sosiologiskt háttalag
Próvtøkuháttur
Bundin 4 tíma skrivliga próvtøku uttan hjálparamboð. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at lesandi hava havt framløgu í tímanum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen