2026.20 - Bacheloruppgáva í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
Skeiðsnummar
2026.20
Heiti
Bacheloruppgáva í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
ECTS
20
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (verkætlan) til BA.
Innihald
Eitt sjálvvalt evni innan karmarnar av fakøkinum: sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni prógvar hin lesandi at hann megnar at:
• greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking
• grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni.
• brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar.
• savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin.
• skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar bókmentalista í bacheloruppgávuni.
Ábyrgd
Firouz Gaini