2662.15 - Samfelagsplanlegging
Skeiðsnummar
2662.15
Heiti
Samfelagsplanlegging
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri samfelagsplanlegging í breiðum týdningi, tvs. um tær tilgongdir og prosessir sum gjøgnum almennan politikk stuðla undir bevísta samfelagsliga menning, um kollektivar avgerðir og virði, umframt í týdninginum livikor og sosialt burðardygg vilkor hjá samfelagsbólkum og –eindum. Hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Innihald
Hvussu planlegging inngongur sum ein nátúrligur partur av samfelagsligu stýringini, harímillum sum demokratiskt reiðskap í bý- og bústaðarplanlegging, umframt í kommunalari, lokalari og regionalari menning.
Hvussu planlegging inngongur sum partur av mentan, vinnu og dagligdegi á bygd og bý, hetta í einum komparativum og rúmligum (lokalum-globalum) spenningsfelti.
Teori um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og almennan politikk, hetta í mun til eitt nú demokratiska luttøku, sosiala mobilisering, teknologi, kyn og makt.
Metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt við støði í einum planleggingarevni. Í projektinum skulu tey lesandi sjálvstøðugt finna fram relevantan litteratur, sum eisini inngongur í pensum. Tillutað verður ein vegleiðari, sum eisini skal góðkenna val av projekttema. Projektið til hetta tema kann integrerast við projektið í skeiðnum sosisalvísind.
Læruúrtøka
Tann lesandi:
Dugir at greiða frá um sentralar teoriir innan planlegging.
Dugir at greiða frá søguligu menningini av planlegging sum fakøki.
Dugir at greiða frá metodum innan gransking av planleggingarviðurskiftum.
Evnar at strukturera, diskutera, umframt formidla vitan um planleggingarviðurskifti.
Evnar sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Til ber at velja, at fara til eksaminasjón í antin projekti ella í pensum.
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen