2284.17b - Marknaðarføring


Skeiðsnummar
2284.17b
Heiti
Marknaðarføring
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
At lesandi fáa góðan kunnleika um marknaðarføring, sum gevur førleika at skilja, lýsa, kanna, greina og meta um støðuna hjá fyritøku og at loysa marknaðarførings avbjóðingar.
Innihald
Skeiðið gevur teimum lesandi innleiðslu í spurningum viðvíkjandi marknaðarføring av vøru, tænastu, vørumerki og fyritøkuni. Strembað verður eftir at geva teim lesandi djúptøkna fatan av, hvussu fyritøkur marknaðarføra seg. Í gjøgnumgongdini av ástøðum og myndlum verður áherðsla løgd á sambandið millum marknaðarførings tilgongdina hjá fyritøkuni og marknaðin & virði hjá viðskifatfólki.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, kjak, uppgávur. Studenta framløgur og innlatingar verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið Marknaðarføring sum part av BA/BS prógvi, skal, tá skeiðið er lokið, duga at: • Lýsa marknaðar umhvørvið og hvønn týdning tað hevur fyri fyritøkuna og hvussu hesi viðurskifti ávirka marknaðarátøk hjá fyritøkuni. • Greiða frá keyps atferð hjá ymiskum kundum. • Segmentera út frá ymiskum eyðkennum og velja málbólk ella málbólkar. • Meta um hvør marknaðar strategi er hóskandi fyri fyritøku. • Lýsa viðskiftafólks virði og hvussu fyritøkur kunnu brúka hesa vitan í marknaðarførings átøkum. • Meta um kappingar fyrimunir og hvussu fyritøkur á besta hátt kunnu gagnnýta hesar. • Útinna eina marknaðarætlan.
Próvtøkuháttur
Treyt fyri innskriving til próvtøku er minst ein góðtikin studentaframløga. Munnliga próvtøkan varir 25 minuttir. Eingin fyrireikingartíð er. Próvtøkan verður munnlig og við støði í uppgávu sum skal latast inn.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen