2362.17 - Sosiologi og mentan


Skeiðsnummar
2362.17
Heiti
Sosiologi og mentan
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi og antropologi sum vísindagreinir, hetta við denti á hugtøk, ástøði og háttalag. Tey lesandi skulu læra at brúka hugtøk og ástøði at viðgera og greina samfelagsvísindalig evni úr sosiologiskum og antropologiskum perspektivi.
Innihald
Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari ástøði í sosiologi og antropologi, sæð í einum søguligum og samtíðar ljósi. Ástøðini verða knýtt at týðandi evni innan sosiologi og antropologi, sum t.d. bólkar og stættir, kyn og samleiki, trúgv og mentan, búskapur og forbrúk, og familju. Skeiðið knýtir dømi úr føroyska samfelagnum til dømi úr øðrum samfeløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um 11 ferðir og samanlagt uml. 35-40 tímar. Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum, framløgum, orðaskifti, og smáum venjingum. Tey lesandi skulu haraftrat lata inn styttri skrivligar uppgávur.
Læruúrtøka
Lesandi skulu vísa at tey: • Kenna sosiologisk og antropologisk grundhugtøk • duga høvuðslinjurnar í teimum teorium tey læra um á skeiðinum • Eru før fyri at brúka vitan úr vísindagreinunum sosiologi og antropologi í sínum samfelagsvísindaligum arbeiði og í sínari gransking • Eru tilvitað um sosiologisk og antropologisk háttaløg
Próvtøkuháttur
Bundin 4-tíma skrivlig próvtøka, har øll hjálparamboð eru loyvd.. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at hin lesandi hevur havt tvær skrivligar innlatingar á skeiðinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður
Ábyrgd
Firouz Gaini