2370.17 - Almennur etikkur


Skeiðsnummar
2370.17
Heiti
Almennur etikkur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar, og hvussu hesir verða viðgjørdir úr einum moralfilosofiskum sjónarhorni.
Innihald
Skeiðið miðar ímóti at lýsa, hvussu etiskir spurningar verða viðgjørdir frá einum moralfilosofiskum sjónarmiði. Í hesum høpi verður eisini lýst, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á, og hvussu etisk argumentatión kann nýtast til at viðgera etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. Grundleggjandi etiskar fatanir, so sum sinnalagsetikkur, konsekvensetikkur, dygdaretikkur og nándaretikkur, verða viðgjørdar, og víst verður á fyrimunir og vansar. Harumframt verður eisini komið inn á bioetikk, umhvørvis– og djóraetikk, tøknietikk, granskingaretikk og virkisetikk.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing, kjak og aktiv luttøka hjá tí lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi: • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum innan tey etisku ástøðini, tey hava lært á skeiðnum. • Skilja, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á. • Duga at greina etiskar kjarnaspurningar. • Vera før fyri at kenna aftur og skilmarka etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. • Vera før fyri at taka støðu til etiskar spurningar á ein tilvitaðan og grundaðan hátt.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar).
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 800 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen