2672.19 - Demokrati


Skeiðsnummar
2672.19
Heiti
Demokrati
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám, ella tilsvarandi førleikar.
Endamál
At tann lesandi fær eina gjølliga fatan av demokrati sum ástøði, hugtak og fyribrigdi.
Innihald
Í hesum skeiðið fara vit at viðgera, hvat demokrati er fyri eitt fyribrigdi, hvar tað kemur frá, og hvussu demokrati verður fatað í dag. Vit fara aftur í gamla Athen, hvar demokratiið uppstóð, og viðgera, hvussu fatanin av demokrati hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Dentur verður lagdur á ymisku fatanirnar av demokrati (t.d. liberalt-, konstitutionelt-, republikanskt-, og deliberativt demokrati). Eisini koma vit inn á, hvussu demokrati virkar í praksis í dag. Vit koma her eisini inn á leiklutin hjá ikki-statsligum felagsskapum (t.d. fjølmiðlum, áhugafelagsskapum), og hvussu alheimsgerðin ávirkar fólkaræðið í 21 øld.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • Fáa eina holla fatan av, hvat demokrati sum stýriskipan er, og hvar tað hevur sín uppruna. • Duga at greiða frá ymisku fatanunum av demokrati, sum tey hava lært um á skeiðinum, og meta um teirra styrki og veikleikar. • Duga at greiða frá, hvønn leiklut ikki-statsligir aktørar hava í einari demokratiskari skipan. • Duga at vísa á, og hugleiða um, hvat árin alheimsgerðin hevur á fólkaræðið. • Sjálvstøðugt brúka tey ástøði, tey hava lært um á skeiðinum, til at greina og kritisk meta um aktuell og viðkomandi viðurskifti í nútíðarsamfelagnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari uppgávu (essay), sum verður skrivað einsæris. Studenturin velur evni í samráð við undirvísaran, og uppgávan skal vera áleið 2.500-3.000 orð til longdar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1.000 – 1.200 síður.
Ábyrgd
Súsanna Olsen