2831.19 - Grundskeið í lóg


Skeiðsnummar
2831.19
Heiti
Grundskeið í lóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina grundleggjandi innleiðslu í løgfrøðilig evni, so sum rættarligar stovnar, einstøk rættarrøki og háttaløg, sum fyrireikar tey til, og skapar fortreyt fyri, víðari at nema sær vitan og førleikar í løgfrøðiliga fakinum. Skeiðið vendir sær bæði til tey, sum byrja at lesa løgfrøði á bachelorstigi, og lesandi á øðrum útbúgvingum, har grundstig í løgfrøði verður mett at hava týdning, antin sum valskeið ella kravskeið. Umframt hesar bólkar hóskar skeiðið seg eisini væl til leikfólk, um hesi so eru vanligir borgarar ella starvsfólk í almennu fyrisitingini, ið vilja økja kunnleika sín um lóg og rætt.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum fáa tey lesandi innlit í, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka og royna lóg, og hvussu rættarstovnar eru skipaðir. Í serliga partinum fáa tey lesandi yvirskipað innlit í, hvussu rættarkeldur og galdandi rættur eru skipað á einstøkum økjum. Nomið verður við hesi einstøku rættarøki: - Stjórnarskipanarrætt. - Fyrisitingarrætt. - Altjóðarætt. - Rættargang og dómsvald. - Revsirætt. - Kollektivan arbeiðsrætt. - Keypirætt og kravrætt. - Tinglýsing, veð og borgan. - Hugverkarætt (immaterialrætt). - Marknaðarførslurætt. - Kappingarrætt. - Tryggingarrætt. - Vinnufelagsrætt. - Tvingsilsfulnað og húsagang.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um umleið 45 vanligar undirvísingartímar. Umframt hetta verða upp til 15 tímar við vitjanum á ymiskum stovnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Sýna innlit í, hvussu lóg verður skipað, í hægri og lægri lóg, tinglóg og kunngerð, innlendis og altjóða lóg. - Greiða frá og skilja týdningin av, at rættarskipanin grundleggandi er býtt millum privatan og almennan rætt. - Sýna innlit í, hvussu rættarskipanin grundleggjandi er skipað við ymiskum sløgum av normum (ásetingum) og ymiskum sløgum av stovnum. - Duga at finna lóg í einfaldari leiting á kendastu leitimiðum. - Yvirskipað greiða frá, hvussu rættarskipanin er býtt í ymisk rættarøki, og hava nomið sær eina grundleggjandi innihaldsliga vitan um einstøku rættarøkini. - Sýna innlit í grundleggjandi løgfrøðiligt háttalag; t.e. er at tulka, fylla út og meta. - Sýna førleika at loysa ítøkiligar tulkingarspurningar knýttar at ymisku rættarøkjunum. - Miðla og orða vitan og grundgevingar á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka upp á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum. Felags próvtal verður givið. Fortreyt fyri at fara til endaliga roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Til endaligu royndina er alt skeiðstilfar tøkt, og atgongd er til net.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn til Grundskeið í lóg við brotum úr fakgreinum, fakbókum, úrskurðum, forarbeiðum frá lógaruppskotum o.ø., er tøkt á Moodle-skipanini undan undirvísing. Kravdur lesnaður er uml. 700 síður. Ongin lesnaður er kravdur í sambandi við stovnsvitjanir, men tann lesandi kann til royndina vænta at verða spurdur um evni í tilknýti til stovnsvitjanir.
Ábyrgd
Bárður Larsen