6321.21 - Sosiologi


Skeiðsnummar
6321.21
Heiti
Sosiologi
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi sum vísindagrein, hetta við denti á evni, hugtøk, ástøði og háttalag. Tey lesandi skulu læra at brúka hugtøk og ástøði at viðgera og greina samfelagsvísindalig evni úr einum sosiologiskum sjónarhorni.
Innihald
Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari ástøði í sosiologi. Ástøði og frágreiðingar um t.d. vælferð, stættir og fátækradømi, umframt familju, kyn, umhvørvi og búskap. Eisini verður arbeitt við sosialum rørslum, fólkaflytingum, trúarlívi, heilsu, o.s.fr. Evnini verða so vítt møguligt sett inn í ein føroyskan samanhang og lýst við føroyskum dømum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin telur uml. 35 tímar. Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum, framløgum, orðaskifti, og smáum venjingum. Tey lesandi skulu haraftrat lata inn stuttar skrivligar uppgávur.
Læruúrtøka
Lesandi skulu vísa at tey: • Duga at endurgeva og greiða frá menningini av sosiologi sum fak. • kenna sosiologisk grundhugtøk og duga at greiða frá týðandi sosiologiskum ástøðum. • duga kritiskt at meta um frágreiðingarmegina í hesum ástøðunum • duga at brúka sosiologisku hugtøkini og ástøðini til at gera eina sjálvstøðuga lýsing og greining av samfelagsligum evnum. • Eru før fyri at brúka sosiologisk háttaløg og sosiologiskar hugsanarhættir í samfelagsvísindaligum verkætlanum.
Próvtøkuháttur
4 tíma skrivlig próvtøka, har øll hjálparamboð eru loyvd. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at hin lesandi hevur fingið góðkent tvær skrivligar uppgávur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum umleið 1.000 síður.
Ábyrgd
Firouz Gaini