2139.16 - Samfelagsástøði

Skeiðsnummar
2139.16
Heiti
Samfelagsástøði
ECTS
10
Fortreytir
Staðið minst 40 ECTS á 1. ári á Bachelor, íroknað fakini Grundskeið í Stjórnmálafrøði og Sosiologi og mentan ella samsvarandi førleikar. Kravskeið á Sosialvísind og samfelagsplanlegging og Politikk og umsiting.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi eina holla fatan av klassiskum og modernaðum samfelagsástøði.
Innihald
Evnið verður lýst við yvirlitslitteraturi og úrvaldum upprunaverkum – bæði klassiskum og modernaðum. Evnið verður býtt upp í temu, sum verða lýst ástøðiliga og við atliti til tey søguligu og samfelagsligu viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi, tá hesi ástøði vóru ment.
Læru- og undirvísingarhættir
Eftir lokið skeið skal tann lesandi: • Hava holla vitan um klassiska og modernaða samfelagsástøði. • Vera før/ur fyri at lesa og skilja úrvald samfelagsástøðilig høvuðsverk. • Duga at greiða frá teimum samfelagsástøðiligu hugsunarháttum og hugtøkum, sum tey hava lært um á skeiðinum. • Duga at brúka úrvald samfelagsástøði og hugtøk í einari sjálvstøðugari greining av einum samfelagsligum tema.
Læruúrtøka

Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bundnari skrivligari heimauppgávu (essay), og øllum pensum. Uppgávan skal skrivast einsæris og vera í mesta lagi 8 síður (19.200 tekn) – keldulisti og notur ikki íroknað. Evnið skal liggja innanfyri pensum og verður orðað av tí lesandi í samráð við undirvísaran.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen